Um okkum


Sp/f Skómakarin í Havn varð stovnað í 2014 og heldur til í tiltrekkjandi hølunum í Niels Finsensgøtu 51. Hóast fyritøkan er rímuliga nýggj eru nógvar árs royndir tilknýttar virkseminum. Okkara høvuðsvirksemi eru ortopediskir skógvar. Vit eru í løtuni einasta fyritøka, ið kunnu gera teir ortopedisku skógvarnar í Føroyum. Teir flestu kundarnir verða vístir til okkum ígjøgnum læknar, tó eru fleiri kundar sum koma beinleiðis til okkara. Í Stuttum kann okkara virksemi lýsast soleiðis: – Ortopediskir skógvar – Umvæla skógvar – Gera og umvæla skógvar til føroyska búnan

Virðir


Hjá okkum kemur kundin í fremstu røð. Vit royna altíð at finna fram til ynski og tørvin hjá kundunum, soleiðis at kundin altíð fær bestu vøruna og tænastuna. Røkta tínar skógvar, teimum dáma tað – Grøn hugsan

Starvsfólk